Hópin av fólki var komið saman at taka ímóti flottasta og nýggjasta skipinum í flotanum. Á dekkinum vóru tvey ferðakolli - ein bilur og ein kassi við plantum og runnum
Bilurin er annar av tveimum, sum manningin hevur havt har yviri, meðan báturin er bygdur. Henda valdu teir at taka heim, meðan hin varð seldur.
Reiðaríið, sum kallast Pesquera Itata og manningin á Don Alfonso, sum Christian í Grótinum nú eitur, kendi seg so væl móttiknan í Klaksvík í nov. 2008, tá ið teir vóru eftir bátinum, at teir hava sett ein stóran kassa við runnum á dekkið á Norðborg at bera Klaksvíkar býráð.
Hesar plantur og runnar ynskja teir at verða plantað á sjónligum staði í Klaksvík, so allur býurin kann fáa gagn av teimum.
Hetta fingu borgarstjórin og mentanarleiðarin at vita frá reiðarínum og manningini á samkomu umborð á Norðborg í gjárkvøldið.
Skiparin hevði eisini eitt skjal við, sum greiður frá, hvar planturnar hava vaksið í Kili ? á stað, sum ger tær egnaðar til eisini at kunna vaksa í Shetlandi, Íslandi, Føroyum og har um vegir, sum tað stendur.
Mentanardeildin fer nú saman við býrgartnaranum at skipa fyri at fá útvega øki og merkja tað av til endamálið. Tá ið hetta er komið upp á pláss, verður sent takkarskriv til reiðaríið Pesquera Itata og manningina á Don Alfonso við myndum, sum greiða frá, at gáva teirra til býin er komin til høldar.
Býargartnarin var ovfarin og albráður eftir at fáa sett runnarnar í jørðina sum skjótast, tá ið hann hoyrdi hesa forkunnugu søgu. Hann hevði beinanvegin fleir hugskot til, hvar teir kunnu verða gróðursettir.