Norðborg kom á Klaksvík í morgun og liggur nú og landar í Norðhavnini.
Fiskaríið hjá Norðborg hevur verið gott hendan túrin. Teir hava tilsamans um 3.000 tons inni, sum er lutað millum guano, mjøl, flak og lýsi, sum alt uttan lýsið verður lagt upp í Klaksvík.
1300 tons av frystum flaki
1200 tons til ídnað
400 tons mjøl
150 m3 av lýsi
Norðborg hevur verið burtur í smá 17 samdøgur ? harav fimm eru farin í sigling, so fongurin er fingin í 11 dagar ? virðið á lastini er um 14 milliónir krónur.
Júst hetta sama tíðarskeiðið hevur Skálaberg ligið inni í Murmansk og skal møguliga tíverri av við fimm milliónir krónur. So har er bert at vóna, at ein skjót loysn verður funnin.
Skiparin á Norðborg væntar at fara avstað aftur sunnukvøldið ella mánamorgunin, og teir vóna at vera aftur fyri jól.










