Tað hevur verið uppi og vent fleiri ferðir, og í gjár gjørdist tað so veruleiki. Niels Mortensen og Høgni Zachariasen seldu Klokkuna, og tað vóru Nomi og Niels L. Arge, sum keyptu.
Tað var Hans Krogsgaard, sum í sínari tíð stovnaði Klokkuna. Seinni gjørdist handilin ein partur av 3’aranum, sum var ein samanrenning av trimum handlum, eins og navnið ber boð um.
Tá 3’arin gjørdist til Expert, flutti Klokkan í egin hølir, og tá Hans Krogsgaard gavst, keyptu Hans Mortensen og Høgni Zachariassen handilin.
Tað hevur sum nevnt leingi ligið í luftini, at teir fóru at sleppa sær av aftur við Klokkuna, tí hon fall líkasum uttanfyri konseptið hjá Expert, og í gjár undirskrivaðu teir báðir so sølusáttmálan, sum letur ognarrætting yvir til Nomi og Niels L. Arge.
- Vit hava framman undan tveir handlar í Miðlon, Nomi Smykkur og Proil Optik, og tá vit so fingu møguleikan at keypa Klokkuna, tóku vit av, sigur Nomi Arge.
Handilin liggur í egnum hølum í SMS, og Nomi Arge sær stórar møguleikar í keypinum.
- Hetta er spennandi at fara í holt við. Tað koma nógv fólk í SMS, munandi fleiri enn í Miðlon, so vits ígga stórar møguleikar í andlinum, sigur Nomi Arge.
Byrja 1. juli
Ætlanin er í fyrstu syftu at varðveita vøruúrvalið, og so fer tíðin at vísa, um broytingar verða gjørdar.
- Hetta er ikki nakað ókent fyri okkum. Eg havi verið í bransjuni í eini 15 ár, so tað skuldi einki komið óvart á, heldur Nomi Arge.
Hon dugir ikki enn at siga, hvussu verður við starvsfólki í Klokkuni, men fyribils fylga øll starvsfólkini við.
- Vit yvirtaka ikki handilin fyrr enn 1. juli, so vit hava nakrar vikur at seta okkum nærri inn í viðurskiftini, sigur Nomi Arge.
Sum vanligt er, tá handlar av slíkum slag verða gjørdir, vil eingin upplýsa keypsprís.
- Nei, tað fara vit at halda okkara millum, sigur Nomi Arge, sum saman við manninum unsirskrivaði keypssáttmála um Klokkuna í gjár.