Leif Mohr og Nomatek eiga nú hvør sín helming av rakstrarpartinum í Vika Industry, sum er fyrrverandi el-fyritøkan Eyðun Jespersen Fyritøkan Nomatek hevur um dagarnar keypt helmingin av fyritøkuni Vika Industry, sum Leif Mohr átti. Vika Industry er fyrrverandi el-fyritøkan Eyðun Jespersen, sum Leif Mohr keypti fyri ikki so langari tíð síðan. Nú verða so Leif Mohr og Nomatek í felag eigrar av Vika Industry, sum eisini varðveitir navnið.
Keypið snýr seg um helmingin av rakstrarpartinum av Vika Industry ? og ikki um bygningarnar, sum Leif Mohr framvegis eigur.
Stjórar í Vika Industry verða Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr og Ragnar M. Magnussen, sum eisini er stjóri í Nomatek.
Teir, sum í dag eiga fyritøkuna Nomatek, eru Ragnar M. Magnussen og Lars Muller, sum eisini er í nevnd felagsins.
Ragnar og Lars keyptu Nomatek-fyritøkuna frá gomlu eigarunum um miðjan januar í ár.
Umframt at gera alt vanligt el-arbeiði, fevnir virksemið hjá Vika Industry eisini um sølu av eitt nú gearmotorum, viklingum og øðrum, eins og felagið ger umvælingar og veitir tænastu á hesum og øðrum økjum innan el-arbeiði.
Nomatek er heildarveitari av ymiskum loysnum úr rustfríum stáli, og nú helmingurin av rakstrarpartinum av Vika Industry liggur undir felagnum, miðjar Nomatek eftir at gerast heildarveitari á sínum øki innan føroyskan ídnað.









