Noma letur uppaftur

Matstovan Noma hevur verið stongd síðani februar, men letur uppaftur í næstum

Tríggjar ferðir var matstovan Noma, sum helt til á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, kosin til heimins bestu matstovu, men í februar í ár lat matstovan aftur, tí ætlanir vóru um at lata nýggja matstovu upp á øðrum staði í Keypmannahavn.

Nú er greitt, at Noma letur uppaftur í februar mánaði og fer at halda til á Refshaleøen í Keypmannahavn. Tað skrivar Jyllands-Posturin.

Samstundis er eisini greitt, at høgu prísirnir á matstovuni hækka. Matskráin, sum kostaði 2000 krónur, fer frameftir at kosta 2250 krónur – tá eru drykkjuvørur ikki við. Noma fer frameftir at hava opið fýra dagar um vikuna og ikki fimm sum áður.

– Styrkin hjá Noma er starvsfólkið, og tí hava vit avgjørt at geva okkara fólki størri lívsgóðsku bæði á arbeiðsplássinum og í frítíðini, sigur Noma á heimasíðuni.

Kokkarnir René Redzepi og Claus Meyer er millum eigararnar av Noma, sum ger slóðbrótandi norðurlendskan mat.