Nólsoyar Páll var aftur í Vágsbotni í gjárkvøldið

Í hesum døgum eru fólk frá Articon í ferð við at gera eitt fundament til Nólsoyar Páll, sum skal standa úti í sjónum framman fyri bryggjukantin innast í Vágsbotni.

 

Tað er standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, gjørdi, og sum í eini 25 ár hevur staðið á torginum í Vágsbotni framman fyri handilshúsini í Vágsbotni.

Standmyndin varð tikin niður í november í 2020.

Síðani tá hevur verið tosað um, at hon skal hava aðra staðseting í økinum í Vágsbotni.

Í gjárkvøldið kom so ein lastbilur hjá Articon í Vágsbotn við standmyndini, sum varð sett á fundamentið – men bara sum eina »royndarkoyring«, varð sagt. Men fyrsta dagin stendur standmyndin aftur í Vágsbotni.

Um verkætlanina skrivaði býráðið herfyri, at Nólsoyar Páll skal standa leysur úr landi á einum tilgjørdum basaltfundamenti í Vágsbotni. Botnurin undir standmyndini verður hevjaður nakað, og síðani verður ein gongu- og uppihaldsbrúgv úr timbri bygd út um standmyndina.

##med2##

 

Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur samráðst við EYA Arkitektar og myndahøggaran, Hans Paula Olsen, um verkætlanina. Føroya grótvirki og Articon gerea arbeiðið.

Fyrsti partur av verkætlanini, við hevjaða botninum og sjálvari standmyndini verður liðugt áðrenn Ólavsøku.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##