Nokta limunum at søkja inn á læraraskúlan

Ósvaraðir spurningar ger, at Føroya Lærarafelag noktar limum sínum at sækja inn á læraraskúlan

Síðst í juni varð lýst við ískoytisútbúgvingini til bachelor fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar.
Men Føroya Lærarafelag mælir í fyrsta umfari lærarum við gomlum læraraprógvi frá at søkja inn á læraraskúlan.
Fyrst vil Føroya Lærarafelag vita, um Mentamálaráðið rindar skeiðsgjaldið fyri lærararnar, sum søkja inn til útbúgvingina. Eisini vil felagið vita, um ráðið rindar ferðaendurgjald teir dagarnar, lærarar skulu møta til undirvísing.
Triði spurningurin er, hvussu stóran tímanirðurskurð lærararnir fáa í sambandi við lesnaðin.
- Til hesir spurningar eru svaraðir, noktar Lærarafelagið limum sínum at søkja um upptøku til lesnaðin, skrivar felagið á heimasíðu síni.