Ein ósemja ímillum tryggingarfeløgini øðrumegin og Taks hinumegin, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri øll tey, sum hava síni sethús ella íbúð, tryggjaða ímóti skaða av eldi, vatni, stormi o.s.fr.
Ósemjan kann føra við sær, at tey, sum hava hús síni tryggjað, noyðast at betala munandi meiri fyri tryggingarnar í framtíðini.
Men ósemjan kann eisini føra við sær, at tað kann verða sera torført hjá teimum, sum vera fyri skaða, at fáa skaðarnar umvældar.
Og eydnast tað at fáa skaðarnar umvældar kunnu tey koma í eina stóra, fíggjarliga klemmu.
Ikki galdandi
Ósemjan kemur í kjalarvørrinum á eini broyting, sum undanfarna samgonga gjørdi í mvg lógini síðsta summar.
Fyrr var tað so, at tá ið talan var um nýgerð ella umvæling av egnum bústaði, skuldi mvg ikki betalast av arbeiðslønini.
Men síðsta summar var lógin broytt, so at arbeiðsløn nú eisini skal gjaldast av arbeiðslønini.
Hinvegin kunnu fólk søkja Taks um at fáa endurgjaldið endurgoldið.
Men Taks tulkar lógina soleiðis, at hetta er ikki galdandi fyri tryggingarskaðar.
Taks heldur nevniliga, at tá ið talan er um tryggingarskaðar, skal tryggingin betala allan skaðan og altso eisini mvg av arbeiðslønunum.
Hetta mótmæla tryggingarfeløgini. Tey siga, at tað stendur ongastaðni, at mvg ikki skal verða endurgoldið fyri tryggingarskaðar.
Tey siga eisini, at tað er ikki tryggingin, sum fær ein skaða umvældan, men tryggingartakarin og sostatt eigur hann sjálvandi endurgjald fyri mvg av arbeiðslønini.
Tryggingarnar dýrka
Fyribils er støðan tann, at hvør stendur við sítt og nú er málið á veg ígjøgnum rættarskipanina, men tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn ein endalig avgerð fellur.
Feløgini siga eisini, at tey hava roknað tryggingargjøldini út eftir teirri sannroynd, at mvg ikki skuldi gjaldast av arbeiðslønini.
Men verður endaliga niðurstøðan, at Taks fær viðhald í síni tulking, verður tað sjálvandi munandi dýrari hjá tryggingini at umvæla skaðar og so er sannlíkt, at tryggingin eisini verður munandi dýrari.
Stríð um mvg-rokning
Ímeðan stríðast so tryggingin, tryggingartakarar,Taks og handverkarar um mvg rokningarnar.
Handverkarar skulu skriva mvg av arbeiðsløn, men sum støðan er nú, hava teir ongastaðni at senda rokningina. Senda teir tryggingini rokningina, fáa teir hana aftur í høvdið við boðum um at taka mvg fyri arbeiðsløn burturúr, tí tað betalir tryggingin ikki.
Í summum førum góðtaka tryggingartakarar at betala mvg rokningina og so sláast teir við Taks um at fáa upphæddina endurgoldnað.
Men í flestu førum verða tryggingartakararnir somikið firtnir, at teir nokta at betala mvg, tí teir siga, at teir hava húsini tryggjað og hendir skaði, skal hann gerast aftur, uttan nakað roks.
Eftir stendur so handverkarin við rokningini, sum hann ikki veir, hvar hann skal senda.
Nokta at umvæla skaðar
Í Vinnuhúsinum siga tey, at tey hava ikki hoyrt so nógv um hendan trupulleikan enn, men okkurt mál hava tey fingið á borðið.
Men tey duga at síggja fyri sær, at vandin við støðuni er, at handverkarar bara fara at nokta at umvæla tryggingarskaðar.
- Hetta er eitt stríð ímillum tryggingarnar og Taks og her hava báðir partar grivið seg niður í hvør sína skotgrøv, uttan at siga nakað fyri nøkrum. Avleiðingin er so, at tryggingartakarar og handverkarar koma í klemmu, siga Handverkarar, vit hava tosað við.
Og tað eru tað fleiri handverkarar, sum ikki tíma longur og tí noktar teir bara at umvæla tryggingarskaðar.
- Hetta er tað einasta, fíggjarmálaráðið, Taks og tryggingarfeløgini fáa burturúr hesi fløkjuni og tað kann verða ein álvarligur smeitur fyri tey fólk, sum skului hava ein skaða gjørdan, sigur ein handverkari, vit hava tosað við.
Vit hava fleiri aðrar greinar í blaðnum um sama evni