Nokk at arbeiða við

Petur Mohr, sum aftur er venjari hjá KÍ, heldur landsliðssteðgin komandi tvær vikurnar koma væl við, tí »har er nokk at arbeiða við«, sum hann málber seg. – Men tað sær ikki so galið út, sigur hann

FÓTBÓLTUR

 

Tað eru 18 ár, síðani Petur Mohr í 1991 gjørdi KÍ til føroyameistarar, og tá hann í gjár stóð á odda fyri liðnum í Klaksvík, vóru fýra av spælarunum frá tí árinum partur av dystinum. Jákup Mikkelsen vardi málið, Jan Andreasen spældi í verjuni og Todi Jónsson í álopinum, meðan Allan Mørkøre hesa ferð var við sum venjari hjá mótstøðuliðnum, AB.

Enn hevur Petur ikki havt so góðar stundir at sett sín dám á liðið, tí hesa vikuna, síðani hann tók við sum KÍ-venjari, hevur hann bara havt tríggjar venjingar saman við liðnum. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, sum – hóast stig – kanska ikki var tað, klaksvíkingar høvdu mest ynskt sær.

– Høvdu vit vunnið, so hevði tað sæð betri út. Men tað ber væl til enn, tí ivist eg einki í. Í hesum dystinum haldi eg, at vit vóru væl betri í fyrra hálvleiki og høvdu møguleikan at skora, men í seinna hálvleiki vikna vit eitt lítið sindur. Vit kanska høvdu onkrar skaðar, tí Hjalgrím og Todi vóru lappaðir til og høvdu trupulleikar í seinna hálvleiki, so tað bleiv eitt sindur veikari hjá okkum tá. Men bíða nú, har eru møguleikar framvegis, segði Petur eftir dystin.

 

Við gott mót

Eftir javnleikin ímóti AB í gjár, hava Petur Mohr og KÍ fimm dystir aftrat at gera ein vørr í. Men næsti dysturin verður ikki fyrr enn um tvær vikur, tí nú kemur ein steðgur, meðan landsliðið fyrst á útivølli skal spæla ímóti Eysturríki og síðani á heimavølli ímóti Litava.

– At vit fáa ein steðg nú í tvær vikur, er útmerkað og kemur øgiliga væl við, tí vit hava nokk at arbeiða við, staðfesti Petur, ið samstundis viðgekk, at hesa vikuna høvdu slett ikki verið stundir at vant eitt nú deyðbóltsstøður, sum fleiri vóru av í dystinum ímóti AB – serliga í fyrra hálvleiki, tá KÍ var við yvirlutan og hevði nógv spæl.

Endin á dystinum fór fullkomuliga til spillis, og tað var eisini nakað, »nýggi« KÍ-venjarin legði til merkis, so hann helst eisini fer at arbeiða við at fáa spælararnar at halda fokus allan dystin á tamb.

– Tað virkaði øgiliga barnaktugt, at brúka tíðina uppá at koyra á dómarin og annað sovorðið fjas, sum einki hevur upp á seg, heldur enn at royna at skora mál. Dómarin dømdi fínt og kláraði seg útmerkað, segði Petur, ið er við gott mót.

– Eg haldi, tað sær ikki so galið út. Tað skal nokk fara at ganga hjá okkum.