Nógvur vindur er í morgun og tí gera bilførarar væl við at ansa sær, tá koyrt verður millum bygdir.
Mesti vindurin er á Oyndarfjarðarvegnum, har tað er ódn í hvirlunum, heilt upp í 37,8 metrar um sekundið. Annars er hvassur vindur á Oyndarfjarðarvegnum.
Á oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er hvassur stormur, men í hvirlunum upp í kolandi storm, 30,6 metrar um sekundið.
Við Velbastaðsháls er skrið og í hvirlunum upp í 31,5 metrar um sekundið og á Porkerishálsi er eisini skrið og í hvirlunum upp í 26,2 metrar um sekundið.
Á Gøtueiði er hvassur vindur, í hvirlunum upp í 25,4 metrar um sekundið og á Høgareyni er eisini hvassur vindur, í hvirlunum upp í 25,1 metrar um sekundið.
Í Kaldbaksbotni, Streymnesi og við Gjáarskarð er stívt andøvsgul, í hvirlunum upp í 27,4, 27,0 og 25,6 metrar um sekundið, meðan á Viðareiðisvegnum er andøvsgul, men í hvirlunum heilt upp í 30,7 metrar um sekundið.










