So hvørt prísir á vørum eru hækkaðir, er talið av handilsstuldri vaksið munandi í amerikansku handlunum seinasta árið.
Tað upplýsa handilsketurnar Walmart og Target, apoteksketurnar CVS og Walgreens og byggimarknaðurin Home Depot.
Eisini skógvahandilin Foot Locker og ítróttarhandilin Dick's Sporting Goods boða frá alsamt fleiri vørum, sum verða stolnar.
– Skipað handilsbrotsverk og tjóvarí sum heilt er ein vaksandi álvarsamur trupulleiki, sum ávirkar nógv handlandi, sigur Lauren Hobar, sum er stjóri í Dick's Sporting Goods.
Handilsstuldur kann lesast í roknskapunum fyri annan ársfjórðing 2023, sigur stjórin. Og vegna stóra stuldurin hevur handilsketan skúvað niður fyri væntanirnar til yvirskotið í ár.
Eisini Target er plágað av handsstuldri, sum viðhvørt hevur harðskap við sær. Tað sigur stjórin í handilsketuni, Brian Cornell.
– Fyrstu fimm mánaðirnar av hesum árinum var talið av stuldir vaksið 120 prosent, sum eisini hevur havt harðskap og hóttanir við sær, sigur Brian Cornell.
– Starvsfólk hjá okkum verða útsett fyri stuldir og skipaðum handilsbrotsverkum, sum ikki kunnu góðtakast.
Ein avleiðing av nógva handilsstuldrinum er, at handlar eru farnir at læsa vørur inni.
Tí eru nógvastaðni sett upp gjøgnumskygdar lúkur, sum skulu læsast upp, fyri at kundarnir kunnu taka vørurnar av hillunum. Nakrir supermarknaðir hava eisini heingilás á kølidiskunum.
Felagsskapurin National Retail Federation, hvørs limur eru amerikanskir supermarknaðir, smáhandlar og stórhandlar, upplýsir, at amerikanskir handlar missa 94,5 milliardir dollarar av svinni í 2021.
Tað svarar til næstan 650 milliardir krónur.
Brúksstuldur verður lýstur sum »svinn«.
Sama ár merktu handlarnir í miðal eina øking upp á 26,5 prosent í tali av málum um skipaðan stuldur, sum handlarnir merka í mun til árið fyri.
Sambært National Retail Federation siga nógvir handlar, at økingin í handsstulduri byrjaði í koronutíðini og er framvegis, eftir at inflatiónin síðsta hálvtannað árið er farin til himmals.
/ritzau/AFP











