Hósdagin fór eitt stórt ferðalag við 126 badmintonleikarum, og foreldrum, til Íslands at vera við í Reykjavik International Games, RIG 2014.
Leygardagin vóru innleiðandi dystirnir í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki spældir.
- Allir leikararnir løgdu nógv fyri og stríddist fyri hvønn bólt. Sjálvt um tað ikki rakk til eitt semifinalu ella finalupláss hjá øllum, vóru nógvir sera spennandi og tættir dystir, sigur spælarar og fyrireikarar, nú tey eru afturkomin.
- Sunnudagin vóru so semifinalur og finalur á skránni. Og ikki kann sigast annað enn, at føroysku badmintonleikararnir veruliga vístu tenn.
- Føroysku spælararnir vóru í 24 semifinalum av teimum 48, sum vóru.
Úrslitið av hesum semifinalum varð, at vit komu í 12 finalur - harav 7 av teimum vóru mannaðar við føroyskum leikarum báðumegin netið.
- Tá ið allar finalur vórðu spældar høvdu vit vunnið 7 gull og 9 silvurheiðursmerki.
- Harafturat vunnu vit 1 gull og 2 silvur í B-bólkinum.
Til samanbering kann nevnast, at til RIG 13, tá vunnu vit 3 gull og 4 silvurheiðursmerki.
Eisini varð skipað fyri einari kapping fyri U11, har føroysku børnini heldur ikki smæddust burtur ímillum.
Øll U11 børnini vórðu heiðraði við gullheiðursmerkjum.
Ferðalagið kemur heim aftur í kvøld.
|










