Nógvir nýggir menn sita á beinkinum

KÍ hevur tríggjar nýggjar spælarar á beinkinum, og HB hevur tveir nýggjar spælarar millum teir fyrstu ellivu

Nú klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ og HB fara at spæla ársins Stórsteypadyst.

 

Hjá KÍ eru tað kend nøvn millum teir fyrstu ellivu. Sebastian John er málverji, og Géza Turi, sum er málmansvenjari, er eykamálverji. Tað er hann, tí Mark F. Jensen er skaddur.

 

Jákup N. Vilhelmsen, sum í fjør spældi við B68, er millum teir fyrstu ellivu.

 

Hjá HB eru tveir nýggir norðmenn millum teir fyrstu ellivu. Annar er miðverjin Per-Magnus Steiring, og hin er álopsspælarin Storm Bugge Pettersen.

 

Hjá KÍ eru tríggir nýggir spælarar á beinkinum: Erlend Hustad, Martin Gonzales, Dávid Reynheim, Qussama Ali  

 

Hjá HB eru tveir nýggir spælarar á beinkinum. Annar er málverjin Tróndur Sjúrðarson, og hin er miðvallarin Amidou Diop,

 

KÍ: Sebastian John – Odmar Færø, Gaston Tellechea, Jákup Norðoy Vilhelmsen – Jóannes Kals' Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbak

 

Á beinkinum: Géza Tamas Turi, Jonn Johannesen, Patrik Johannesen, Erlend Hustad, Martin Gonzales, Dávid Reynheim, Qussama Ali  

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Per-Magnus Steiring, Ári Mohr Jónsson – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Ási P. Dam – Storm Bugge Pettersen, Heini Sørensen

 

Á beinkinum: Tróndur Sjúrðarson, Áki Johannesen, Dan í Soylu, Silas Bjarnason Joensen, Jógvan í Skála, Amidou Diop, Jógvan í Lon