Føroya Fiskimannafelag heldur landsfund á parnassinum á Hotel Hafnia í dag, og her eru nógvir fiskimenn møttir. Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Nógvir fiskimenn eru rættiliga slitnir

- Vit fegnast um, at vit nú hava fingið fleiri nýggj skip, har dentur er lagdur á, at umstøðurnar hjá manningini eru góðar, sigur Jan Højgaard.

Føroya Fiskimannafelag heldur landsfund á parnassinum á Hotel Hafnia í dag, og her eru nógvir fiskimenn møttir. Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

- Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru rættiliga slitnir. Tí er tað umráðandi, at vit sum samfelag klára at lofta teimum, sum vegna slit ella skaða leggjast uppi.

 

Tað segði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, á landsfundi felagsins í morgun.

 

Og hann legði aftrat:

 

- Tað eigur heldur ikki at koma óvart á okkara myndugleikar, at fiskimenn eru meira útsettir enn flest onnur á arbeiðsmarknaðinum, tí arbeiðstíðin hevur verið fleirfalt tað, sum nógv onnur hava.

 

Hann vísti á, at umframt hetta, hava umstøðurnar hjá nógvum av okkara fiskimonnum verið út av lagi vánaligar, og arbeiðið á skipsdekki hevur givið teimum nógvar løstir á likamið.

 

Men, tað er ikki bara likamið, sum slítist í arbeiði á havinum.

 

- Fiskimenn kunnu eisini vera fyri sálarligum avbjóðingum av ógvusligum hendingum og vandastøðum, sum kunnu fylgja teimum alt lívið.

 

Jan Højgaard fegnaðist tó um, at tað gongur rætta vegin, og at umstøðurnar hjá fiskimonnum eru vorðnar betur við árunum.

 

- Vit kunnu fegnast um, at vit nú hava fingið fleiri nýggj skip, har dentur er lagdur á, at umstøðurnar hjá manningini eru góðar, og at arbeiðsgongdir eru góðar og tryggar.

 

Eisini verður dentur lagdur á, at menn hava góðar umstøður at hvíla seg á frívaktini.

 

- Tað er eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú arbeiða 12 tímar um samdøgrið. 

 

Formaðurin vísti á, at tað tó framvegis eru nógvir fiskimenn, sum noyðast at arbeiða einar 18-20 tímar um samdøgrið. 

 

- Hetta eru alt ov langir dagar, og hetta drenar menn fyri orku.

 

Jan Højgaard segði, at ringasta avleiðingin av slíkum arbeiði kann gerast, at lív fara fyri skeyti - og í frægasta føri, at fiskimenn gerast óarbeiðsførir.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Føroya Fiskimannafelag heldur landsfund á parnassinum á Hotel Hafnia í dag, og her eru nógvir fiskimenn møttir. Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.