Nógvir bilar standa ólógliga í langa tíð

Teir verða fluttir burtur fyri eigarans rokning, sigur løgreglan

Tað hendir seg javnan, at fólk ringja til løgregluna at fortelja teimum um bilar, sum standa á almennum vegi – við ongum nummarplátum. Tað kann vera bilar, sum fáa skaða, og har nummarpláturnar verða tiknar av, so at eigarin sleppur undan vegskattinum.

 

Løgreglan sigur, at ofta verða slíkir bilar standandi rættiliga leingi og mangan eru teir eisini í vegin. Tey siga, at tað er ikki loyvt at hava bilar, við ongum nummarplátum, standandi á almennum vegi, ella á almennum øki yvirhøvur.

 

Bilar við nummarplátum, eru skrásettir hjá Akstovuni og tað merkir eisini, at eigarin skal rinda vegskatt fyri rættin at brúka vegirnar. Og bilar, sum ikki eru skrásettir, og onga nummarplátu hava, skulu vera inni á privatum øki.

 

So tá ið løgreglan kemur fram á bilar á almennum øki, við ongum nummarplátum, verður ein seðil settur á rútin og løgreglan setir seg so í sambandi við eigaran. Hann fær so tveir dagar at fáa bilin burtur, men verður hann ikki fluttur burtur, verður hann førdur burtur fyri eigarans rokning.

 

Bilurin verður so fluttur á eitt serligt øki á Sandvíkahjalla, sum løgreglan hevur til endamálið og eigarin fær hann so ikki aftur, fyrr enn hann hevur goldið fyri flutningin.

 

Men løgreglan sigur, at tað er vanligt, at eigarin aldrin kemur eftir bilinum, og so verður hann burturbeindur. Gjaldið fyri at burturbeina bilin, verður so brúkt at rinda útreiðslurnar í sambandi við flutningin við, og manglar nakað í, fær eigarin so rokningina.