Nógvar fráboðanir um oljudálking frá sethúsum

Gamlir oljutangar í sethúsum, eru ein stórur umhvørvistrupulleiki

Tað hendir javnan, at oljulekar frá sethúsum, elva til umhvørvisdálking.

 

Tað staðfestir Tórshavnar Býráð. Og tað er ein trupulleiki, tey í býráðnum fegin vilja til lívs.

 

Tey fyrstu teknini um, at olja lekur úr sethúsum, er ofta, at tað fer at lukta illa í olju inni og í summum førum hevur tað ikki verið verandi inni, og tískil hava fólk verið noydd at fara úr húsunum.

 

Eitt dømi um, at olja frá sethúsum dálkar náttúruna, er, at einaferð fekk kommunan fráboðan um, at tað luktaði illa í olju í einum sethúsum, men tá ið málið varð kanna, vísti tað seg, at fleiri hús í grannalagnum høvdu sama trupulleika.

 

Tá málið varð kannað, varð staðfest, at lukturin stavaði frá einum leka í einum gomlum oljutanga í einum sethúsum. Húsini høvdu fingið 300 litrar av olju, men eina viku seinni var tangin tómur.

 

Oljan var farin niður í lendið, og niður í kloakkina, og haðani breiddi lukturin seg til fleri hús í grannalagnum.

 

Eitt annað dømi er, einaferð, kommunan fekk fráboðan um, at tað luktaði so illa í olju í einum sethúsum, at tað var ikki verandi í eini íbúð og kjallarum, og at hósfólkið tískil máttu rýma av húsum.

 

Í hesum førum var tað tangin í húsunum, sum var farin at leka, og sostatt var olja likin niður í lendið, og inn undir húsagrundina.

 

Fyri at avmarka hendan trupulleikan, hevur Tórshavnar Býráð samtykt at fara undir eitt átak, við eini almennari upplýsing um gamlar oljutangar og um teir vansar, ið kunnu standast av tí.

 

Eitt, sum hugsað hevur verið um í hesum sambandi, er at senda ein faldara í hvørt hús.

 

Býráðið heldur, at hetta átti at verið eitt felags átak, sum oljufeløgini, tryggingarfeløg og landsstýrið áttu at goldið hvør sín part av, men tey hava boðað býráðnum frá, at tey eru ikki sinna at rinda fyri eitt slíkt átak.

 

Samstundis vísir býráðið á, at longu í 2006 varð ein kunngerð um oljutangar til sethús, skrivað – men hon er ongantið lýst. Og tískil vil býráðið nú eisini hava  landsins myndugleikar at lýsa kunngerðina.