Nógvar bygdir eru minni enn Stóra Dímun

Seta vit fólkatalið í øllum býum og bygdum í Føroyum upp eftir stødd, so finna vit størsta býin í Tórshavnar kommunu – og minstu bygdina í Tórshavnar kommunu. Havnin er við sínum 12.624 fólkum landsins fólkaríkasti býur. Og Koltur er við sínum eina fólki landsins fólkafátækasta bygd, eins og Nesvík í Sunda kommunu.

 

Tað vísa nýggjastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum.

 

Men tann sum heldur, at Stóra Dímun er eitt av landsins allar minstu búplássum má trúgva umaftur. Fólkatalið í Stóru Dímun minkaði í fjør við 10 prosentum, tí tað fór úr 10 fólkum niður í 9 fólk. Stóra Dímun er nú í fólkatali størri enn eitt nú Saksun, sum í fjør misti 5 av sínum 10 borgarum. Í Saksun búgva nú 5 fólk.

 

Á listanum niðanfyri síggjast, hvørjar bygdir eru minni enn Stóra Dímun:

 

 

 

 

Fólkatal

 

 

 

 

Fólkatal

 

 

 

 

1. jan 2015

Fødd

Deyð

Flutt frá

Flutt til

31. des 2015

munur

Munur %

1

Stóra Dímun

10

0

0

1

0

9

-1

-10%

2

Syðradalur, Str.

7

0

0

0

2

9

2

29%

3

Syðradalur, Kal.

6

0

0

0

0

6

0

0%

4

Lambareiði

3

0

0

1

4

6

3

100%

5

Saksun

10

0

1

5

1

5

-5

-50%

6

Norðtoftir

3

0

0

0

0

3

0

0%

7

Depil

2

0

0

0

0

2

0

0%

8

Sund

2

0

0

0

0

2

0

0%

9

Nesvík

1

0

0

0

0

1

0

0%

10

Koltur

1

0

0

0

0

1

0

0%