Meðan fyrireikingarnar til Summarfestivalin hava gingið á hægsta blussi í Klaksvík, hava Norðborg og Christian í Grótinum ligið í Norðhavnini og landað.
Eisini liggur avskipingarbátur um at vera fullur, og ein kemur afturat. So kanska eini 3.000 tons av sild og makreli eru farin úr Norðhavnini, áðrenn vikuskiftið er av.
Leiðin gongur til Hálands og Danmark.
Norðborg og Christian í Grótinum fara avstað aftur í kvøld.
Síggið fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER










