Nógv styttri hjá sjúkum børnum at bíða

Tá ið ringast stóð til, stóðu 161 børn og ung á bíðilista, nú eru 40 á bíðilista

Bíðilistin hjá børnum og ungum at sleppa í viðgerð hjá sálarfrøðingini, er minkað munandi hesi bæði seinastu árini.

Tað staðfestir Heilsumálaráðið í morgun.

 

Tá bíðilistin var longst í 2012, bíðaðu 161 børn eftir at verða útgreinað. Tann 1. januar í 2013 stóðu 135 børn og ung á bíðilista og í november 2013 stóðu 70 á bíðilista og nú er hann komin niður í 40 børn og ung, vísir ein uppgerð hjá psykiatriska deplinum.

 

Stytta bíðirøðin merkir, at bíðitíðin til psykiatriska hjálp nú í mesta lagi eru góðar fýra mánaðir, sigur Heilsumálaráðið.

 

- Talið á børnum á bíðilistanum hevur støðugt verið lækkandi síðani 2012, tá íð 1,5 milliónir krónur vórðu settar til Landssjúkrahúsið um árið, og tær vórðu markaðar til at fáa bíðirøðirnar burtur.

 

- Tá bíðitíðin hjá børnum og ungum at sleppa til sálarfrøðing, var longst, var hon upp ímóti hálvum triðja ári, men tey, sum høvdu álvarsligan, ella bráðfeingis tørv, sluppu sjálvsagt fyrr framat.

 

- At fáa bíðitíðina til psykiatriska hjálp niður, hevur verið eitt hjartamál hjá mær sum landsstýrismaður og hjá samgonguni, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í fráboðan í morgun.

 

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum vísir á, at hvørt ár verða fleiri enn 70 børn og ung víst til sálarfrøðing.