Sum høvuðsfyrireikari av stevnuni stendur Kollafjarðar Ítróttarfelag.
Sundalagsstevnan skiftir millum Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík.
Longu hóskvøldið verður fyrsta tiltakið á stevnuni, tá stórt stevnubingo verður í bygdarhúsinum.
Fríggjakvøldið klokkan 18.00 fer stevnuteitið av bakkastokki. Stevnuteitið verður ført fram í bygdarhúsinum. Seinni um kvøldið verður so dansur í bygdarhúsinum, har tann kendi Countrybólkurin úr Klaksvík fer at spæla. Fríggjakvøldið verður eisini dansur í tjaldinum við bátahylin, har tað sera væl umtókta orkestrið Kjølar úr Kollafirði fer at spæla.
Leygardagurin byrjar við tí sonevndu grandprix súkklukappingini, har allir teir kendastu súkklararnir úr landinum fara at kappast. Klokkan 14 verður stevnan sett av Bjarna Djurholm, løgtingsmanni. Í sambandi við setanina, ið fer fram á kaiøkinum - við Vestsalmon - fara ítróttarfólk saman við kappríðarum at ganga skrúðgongu frá kappróðrarneystinum og inn á kaiina. Eisini fara Kollafjarðar sangkór og Vestmanna hornorkestur at seta sín dám á setanina.
Gomlir kappróðrarbátar
Áðrenn FM kappróðurin byrjar verða tveir róðrar - gomul seksmannafør og áttamannafør við manning frá 80¹unum. Klokkan 15 byrjar so FM kappróðurin.
Meðan kappróðurin fer fram, verður ymisk søla á kaiøkinum og okkurt til børnini at stytta sær um tíðina við. Beint aftaná kappróðurin handar Øssur av Steinum vinnandi manningum steyp og heiðursmerki.
Á parkeringsplássinum við skúlan skipa skótarnir fyri tivoli og øðrum Eisini verður kaffisøla í skótahúsinum.
Í skúlanum verða ymsar framsýningar, ið Fornminnisfelagið og Bygdarsavnið í Kollafirði skipa fyri. Hesar framsýningar umfata fotomyndir av gomlum kollfirðingum, staðarnøvnum í Kollafirði, fornlutum og gomlum bókum úr Tinggarðinum. Í hesum sambandi hevur Fornminnisfelagið mat- og køkutombola í skúlanum.
Umframt hesar framsýningarnar verða húsini hjá Peri opin, har fólk fara at tøta. Eisini verður ein listaframsýning í skúlanum, við luttøku av lokalum listarfólkum. Í bygdarhúsinum verður matsøla, stevnuteitið og um kvøldið dansur við Black Panters. Í gjaldinum verður barnadiskotek og seinni um kvøldið dansur við Kjølum.
Midnáttarsamkoma
Klokkan 23 verður midnáttarsamkoma við báli. Røðari verður Niklái Petersen, og hendan samkoman verður hildin við ánna niðan fyri Missiónshúsið.
Bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið verða útimøti við skúlan.
Sunnudagurin byrjar við kirkjugongd, har Marjun Bæk prestur prædikar. Klokkan 14 verður tann árliga kappríðingin við Leynarvatn, har ymisk onnur tiltøk eisini verða.
Hondbóltur, kappsigling og ellisakfør
Klokkan 14 byrjar handbóltur í skúlagarðinum, har øll liðini hjá KÍF sleppa at royna seg. Kappast verður móti Neistanum. Í fimleikarhøllini verður flogbóltur.
Við skúlan verður eisini áhugaverd framsýning av ellisakførum.
Skipað verður fyri kappsigling. Hvussu hendan kappsigling verður skipað er alt treytað av veðri og vindi.
Annars verða tey flestu tiltøkini frá leygardegnum uppafturtikin sunnudagin. Víst verður annars til skránna í bløðunum.