Nógv meiri kynsligur ágangur og harðskapur

Barnaverndin hevur fingið nógv fleiri fráboðanir um kynsligan ágang og harðskap ímóti børnum

Í fjør fingu barnaverndirnar kring landið nógv fleiri fráboðanir um kynsligan ágang og harðskap ímóti børnum.

Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Barnaverndarstovuni.

 

Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, heldur, at ein orsøk er, at Barnaverndarhúsið er sett á stovn.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Oddbjørg Balle greiða frá.