Nógv hægri pensjón úr Samhaldsfasta

Inngjaldið í Samhaldsfasta skal hækkast upp í 15 prosent og so skal tað vera hornasteinurin undir eini nýggjari eftirlønarskipan, heldur Samtak

Samhaldsfasti skal styrkjast og hann skal vera hornasteinurin undir eini framtíðar eftirlønarskipan.

 

Tað halda feløgini í Samtak, sum eru arbeiðarafeløgini í Klaksvík, Havnar Arbeiðsmannafelag, Fiskimannafelagið, umframt Føroya Arbeiðarafelag.

 

Samtak mælir til, at ætlanin um eina nýggja eftirlønarlóg verður gjøgnumhugsað einaferð afturat, og at møguleikin at styrkja Samhaldsfasta verður kannaður gjøllari.

 

- Kann Samhaldsfasti gerast mergurin í eftirlønarskipanini, loysir hetta hópin av ivamálum og trupulleikum við teimum eavbjóðingum, sum pensjónsuppskotið í løgtinginum ikki loysir, sigur Samtak.

 

Í hesum sambandi hugsar Samtak sær, at inngjaldið í Samhaldsfasti verður hækkað hesi næstu 10 árini, so at tað tilsamans verður 15 prosent, ella 7,5 prosent hjá arbeiðsgevarum og 7,5 prosent til løntakarar.

 

Feløgini siga, at inngjaldið kann hækkast í eina tíð, áðrenn útgjaldið verður hækkað munandi.

 

- Á henda hátt verður lagt upp fyri, at vaksandi tali av eldri ger seg inn á gjaldføri av Samhaldsfasta, siga tey í Samtaki.

 

Tey siga, at fyrimunirnir við Samhaldsfasta skipanini eru sera nógvir.

 

Ein fyrimunur er, at øllum er tryggjað eina grundleggjandi eftirløn, bæði tey sum eru arbeiðsfør og tey, sum av eini ella aðrari orsøk hava havt eitt leysari tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

 

Samstundis er Samhaldsfasti ein skipan, sum er bílig og einføld at umsita, og sum øll skilja.

 

Samstundis fer skattur av útgjaldinum og tað merkir, at skatturin fylgir talinum av pensjónistum, og er við til at tryggja haldføri landskassans.

 

- Ongin eykarokning verður send skattaborgarunum, tí skatturin verður lækkaður samsvarandi tí hækkaða útgjaldinum úr Samhaldsfasta.

 

- Tað er ikki vandi fyri, at fólkið knappliga missur stóran part av síni uppsparing, tí ein kreppa uppstendur, tí Samhaldsfasti er ein almenn skipan, har øll hava ábyrgdina av hvør øðrum.

 

Samtak sigur, at samstundis fer tað at loysa seg hjá hvørjum einstøkum at spara saman sjálvur, og bæði løntakarar og fakfeløg fáa frælsi  til sjálvi at avgera, hvør skipan loysir seg best fyri tey.