Nógv fólk men stak friðarligt

Tey gjørdu ikki stóran háva burtur úr sær í nátt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Tvey stór tiltøk vóru dýrdarveðrinum í gjár og í nátt, í Havnini vóru túsundtalsfólk savnað á tónleikastevndu í Bágsbotni og á Tvøroyri var nógv fólk savnað á jóansøku.

 

Men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Tey hava havt nóg mikið at gera, men talan hevur bara verið um smáttarí, og einki hevur havt so mikið upp á seg, at tað fær nakað eftirspæl, sigur løgreglan.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av stevnuni í Vágsbotni í gjár og í nátt