Nógv fólk í býnum – men tey gjørdu lítið um seg

Løgreglan hevur havt ein liggjandi gest, tað er alt

Tað hevur verið heilt nógv fólk í býnum í nátt. Stórar veitslur hava verið og fótbóltsárið endaði í gjár og alt tað fekk fólk í býin. Men løgreglan sigur, at tað hevur gingið stak friðarliga fyri seg. Ein maður hevur ligið á løgreglustovuna í nátt.

 

Hann varð tikin í nátt tí hann var ikki grannhavandi, so løgreglan tók hann við sær. Tá ið hann varð sleptur út aftur í morgun, var tað við eini bót í lummanum fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.  

 

Klokkan fimm í morgun fór ein bilur út av á Sandvíkahjalla. Tveir mans vóru í bilinum, og boð vórðu send eftir sjúkrabili. Teir sluppu kortini snikkaleysir frá óhappinum, men bilurin fekk stóran skaða.

 

Seinnapartin í gjár varnaðust tey, at sjógvurin við bátahylin á Skálatrøð var dálkaður við olju. Tað var ikki so nógv, men sløkkiliðið var boðsent og byrgdi oljuna inni. Løgreglan sigur, at tað er ein bátseigari, sum hevur pumpað oljuna á sjógv av óvart. Løgreglan skal nú taka støðu til um hann skal hava bót. Minsta bótin fyri at bróta skilhaldsreglurnar er 1.500 krónur.