Nógv børn sigldu í jollum og koyrdu í traktori

Á sandoyarstevnu hava børn í dag havt høvi at sigla í jollum í ánni og koyra traktor saman við vaksnum.

Á sandoyarstevnu hava børn í dag havt høvi at sigla í jollum í ánni og koyra traktor saman við vaksnum.

 

Einar tvær ella tríggjar jollur og tveir traktorar vórðu brúkt til endamálið, og nógv børn nýttu henda frálíka møguleika.

 

Á sandoyarstevnu hava børn síðan á middegi í dag eisini havt høvi at byggja slott úr sandi, og her skulu vinnarar finnast, sum in.fo ivaleyst fer at venda aftur til.