Nógvastaðni verður bíðað í spenningi til klokkan 23 í kvøld, tí tá fáa tey 61.382, sum eru sloppin inn á eina víðari útbúgving í Danmark. Fleiri teirra eru føroyingar.
Tey ungu mugu í fleiri førum leita sær á heimasíðuna hjá ávísa lærustovninum fyri at fáa boðini. Ofta stendur nógv á telduskipanunum hetta kvøldið.
Heimasíðan Uddannelsesguiden, ug.dk, plagar at vera skjót at dagføra karaktertalið, sum krevst fyri at sleppa inn á ávísu útbúgvingarnar.