- Nú verða umstøðurnar hjá sjúklingum í Føroyum, munandi betri.
Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Jóna Mariusardóttir Mortensen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýrismannin um viðurskiftini hjá kvinnum við bróstkrabba.
Tær kvinnurnar eru í eini skipan, har tær ganga til eftirkanning, men í seinastuni hava nakrar av teimum fingið boð um, at kanningarnar eru útsettar, tí ongin serlækni í krabbameinið er á Landssjúkrahúsinum
Karsten Hansen sigur, at Landssjúkrahúsið hevur lagt eina ætlan fyri teir sjúklingar, sum ikki høvdu fingið nýggja tíð, tá ið ein yvirlækni á Medisinska Depli fór frá fyri aldur herfyri.
- Tær kvinnurnar sum eru komnar stytst í gongdini og tí eru mest átrokandi, hava fingið viðtalutíð fyrst, í meðan tær, sum eru komnar til 6-9 ár, uttan tekin til afturstig - og sambært serfrøðini kunnu bíða í ein til hálvanannan mánað- hava fingið fráboðan um hetta, fyri at tær ikki verða ótryggar.
- Hesir sjúklingarnir fáa eina innkalling til eftirkanning í næstum, sigur Karsten Hansen
Annars sigur hann, at arbeitt hevur verið við at fáa serlæknar í krabbameini, onkologar, frá sjúkrahúsinum í Lund at koma títtari á Landssjúkrahúsið, og tað er eydnast í eina tíð í summar og í heyst.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað fer at bøta um tænastuna. Men annar hevur Landssjúkrahúsið nýliga fingið avtalu við Ríkissjúkrahúsið um krabbameinsviðgerð. Eftir ætlan verður hon sett í verk í heyst og tá verða serlæknar í krabbameini á Landssjúkrahúsinum hvørja viku.
- Hetta fer at hava við sær at umstøðurnar hjá sjúklingum í Føroyum við krabbameini, verða munandi betri sigur Karsten Hansen.