- Hetta er 10. Summar Festivalurin, og tí liggur ein serlig ábyrgd á okkum. Samstundis hava føroyingar júst havt ein framúr góðan G! festival og eina framúr ólavsøku, men vit vilja so ikki liggja aftanfyri.
Orðini eigur Steintór Rasmussen, sum er annar av stjórunum í Summar Festivalinum, har tað nú eru minni enn tvey samdøgur eftir, áðrenn fyrstu nøvnini koma á pallin.
Tað merkir sjálvandi, at ferðin er stór í løtuni, men tó ikki meira enn so, at fyriskipararnir gleða seg, til festivalurin byrjar.
- Eg eri júst nú ávegis yvir á festivaløkið, og eg haldi hetta sær framúr spennandi út. Vit gleða okkum í øllum førum til at bjóða øllum føroyingum til Klaksvíkar. Eg haldi meg tora at siga, at atgongumerkjasølan hevur gingið javnt væl alla tíðina. Vit hava nógv og góð nøvn, og onkur teirra komu eisini heilt tíðliga á plakatina, sigur Steintór Rasmussen.
Tá tosað verður um Summar Festival, so slepst ikki undan at tosa um veðrið. Steintór hevur kanska betur samband enn tey flestu í so máta, nú bróðurin er veðurfrøðingur hjá DMI, men hóast hann fylgir eyka væl við veðrinum í hesum døgum, so er óttin ikki tann sami, sum hann onkra tíð hevur verið.
- Vit hava stóra virðing fyri veðrinum, tí veðrið ræður sjálvandi sær sjálvum. So eg fari ikki lova nakað, sum eg ikki havi ávirkan á. Men vit kunnu staðfesta, at sambært veðurstovunum, so fer tað helst at verða á góðari leið, og so er tað upp til tann einstaka, hvussu stórt álitið er á veðurstovunum. Hinvegin vita tey flestu væl eisini, at ein góð troyggja og ein góður jakki altíð er hent at hava við sær, sigur Steintór.
Og annars staðfestir hann, at tað er nógv at gleða seg til, tá festivalurin fer ígongd.
- Sjálvur eri eg sera spentur upp á konsertina hjá Mika, sum eftir øllum at døma verður nógv meira enn tað, sum føroyingar eru vanir við. Hartil eru sjálvandi eisini fleiri stór nøvn, sum eg gleði meg at hoyra, og hjá okkum er sjálvandi sera spennandi at síggja, hvussu nýggju lutirnir á festivalinum fara at rigga. Vit halda í øllum førum, at vit veruliga hava spílað okkum út, nú talan er um 10. árið, og eitt nú verður spennandi at vita, hvussu fólk fara at taka ímóti nýggja tjaldingarøkinum og nýggja barnalandinum, sigur Steintór.