Nøkur línuskip landa í vikuni

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fýra ella fimm línuskip koma inn at landa í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fýra ella fimm línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur. Skipini hava mest at toski og hýsu.

 

- Trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru ávegis til Flemish Kap. Nøkur línuskip er ikki byrjað enn, men eru til umvælingar ella bíða eftir betri veðri.  

 

Um útróður, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður góður, men veðrið verður vánaligt, serliga fyrst í vikuni.

 

- Tí eru útlitini til útróður ikki góð, verður lagt aftrat.