Nøkur línuskip landa í næstu viku

- Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum, eitt er norðanfyri, og tvey smærri línuskip eru á Føroyabanka.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, bosmu og svartkalva.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

Av frystulínuskipunum fiska tvey í íslendskum sjógvi, tvey eru á Føroyabanka, og seks eru á ytri leið undir Føroyum.

 

- Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi.

 

Tískil vænta tey á Fiskamarknaði Føroya ikki, at nakar serligur útróður verður teir næstu dagarnar.