Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgnarnar, tá ið børnini koma í skúla. Slíkar kanningar eru gjørdar um alt landið, heilt úr Suðuroy, vestur í Vágar og norður í Norðoyggjar.
Í hesum sambandi verður mest hugt eftir tá ið foreldur koyra børnini í skúla og um børnini sita í trygdarbelti og annars brúka ta kravdu trygdarútgerðina. Hugt verður eisini eftir, hvussu umstøðurnar eru, tá ið børnini verða sett av við skúlarnar.
Løgreglan sigur, at sum heild var skilið heilt hampiligt, men tað vóru kortini nakrir bilførarar, sum ikki høvdu syrgt fyri, at børnini sótu í trygdarbelti.
Er talan um børn undir 15 ár, er tað ábyrgdin hjá bilføraranum at syrgja fyri, at tey sita í trygdarbelti. Er t talan um børn undir 135 sentimetrar høg, er tað eisini ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja, at børnini brúka kravd setur, sum svarar til aldurin á barninum. Ger bilførarin ikki tað, fær hann klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1.500 krónur.
Eitt, sum løgreglan sær viðvørt á slíkum ferðum, er, at børn sita í trygdarbelti, men við skúlataskuni á rygginum. Tað er ikki eftir bókini, tí tá hevur barnið onga nakkastúttu, skuldi eitt óhapp hent, ella kemur bilførarin í eina støðu, har hann noyðist at høgga bremsurnar í.










