Nobelvirðislønin fyri at uppdagingar í vitlíki

Nobelvirðislønina í alisfrøði í ár fer til Geoffrey Hinton (Kanada/Stóra Bretland) og John J. Hopfield (USA) fyri uppdaganir innan tøknina við machine learning.

John J. Hopfield og Geoffrey E. Hinton hava í ár fingið Nobelvirðislønina í alisfrøði. Anders Irback professari greiddi mánadagin frá teirra arbeiði á tíðindafundi á Kongaliga Svenska Fróðskaparsetrinum í Stokkhólmi. - Mynd: Christine Olsson/TT/Reuters

Tað upplýsir svenska akademiið.

Teir báðir granskararnir fáa virðislønina fyri teirra "grundleggjandi uppdaganir og uppfinningar" innan teldutøkni og sokallað kunstig neutral netverk, stendur at lesa í grundgevingini frá nevndini.

- Hóast teldur ikki duga at hugsa, so kunnu maskinur nú herma eftir funktiónum sum minni og læring. Ársins virðislønarvinnarar í alisfrøði hava verið við til at gera tað møguligt, stendur í fráboðanini.

Við í prísinum eru 11 milliónir svenskar krónur, svarandi til stívliga 7,2 milliónir danskar krónur.

/Ritzau/