Nobelvinnari gevst at skriva

Kolumbianski Nobelvinnarin í bókmentum í 1982, Gabriel Garcia Márquez, sum millum annað skrivaði altjóða metseljaran 100 års ensomhed, leggur nú pennin

Í samrøðu við blaðið La Vanguardia sigur Márquez, at hann gevst at skriva av persónligum orsøkum og leggur afturat.
- Við mínum máta at arbeiða, kundi eg uttan stórvegis trupulleikar skriva enn eina bók. Men lesarar varnast tað alt fyri eitt, um tú ikki longur leggur tína sál í eitt verk.
Óvæntaða avgerðin hjá Márquez kemur, júst sum lesarar annars høvdu væntað sær eitt framhald av fyrstu útgávuni av endurminningunum At leve for at fortælle, sum kom í 2003. Í bókini fortelur Márquez um sína marglittu familju, sum við sínum søgum legði lunnar undir fantastisku frásagnirnar, Márquez síðani hevur sagt heiminum.
Márquez verður mettur at vera faðirin at sonevndu magisku realismuni. Hugtakið fevnir um eina røð av frásøgueyðkennum, men vísir seg hjá Márquez sum heilt ítøkiligar lýsingar av teimum mest ótrúligum hendingunum. Í 100 års ensomhed, ið stendur sum ein varði í magiskari realismu, fær hesin frásøguáttur ein heilt serligan týdning í einum latínamerkanskum høpi, har fyribrigdi úr indianskari mentan, spanskari kolonialismu og lokal politisk viðurskifti spæla eina týdningarmiklan leiklut.