"Amerikanarar eru óvitandi og heimføðisligir, tá tað ræður um bókmentir. Eisini lata amerikanskir rithøvundar seg alt ov lætt ávirkað av bókmentaligum meginstreymum "
So hvassorðaður var skrivarin í Svenska Akademiinum, bókmentafrøðingurin Horace Engdahl, í eini viðmerking við tíðindastovuna AP herfyri.
Útsøgnin hevur loypt øði í amerikansk bókafólk og undrar annars tey flestu stórliga. Ikki minst, tí Engdahl er limur í nevndini, sum skal gera av, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum.
Úsøgnin hjá Engdahl tykist ikki minst óheppin, nú gitingarnar um, hvør fer at fáa virðislønina, eru í hæddini. Ikki færri enn tríggir amerikanskir rithøvundar, Philip Roth, Joyce Carol Oates og Don De Lillo verða nevniliga nevndir sum sera sannlík boð uppá Nobelvinnaran í bókmentum 2008.
Hóast Horace Engdahl hevur roynt at drigið í land aftur, slepst neyvan undan, at útsøgnin fer at kasta skuggar yvir stóru løtuna í morgin, tá Engdal sjálvur kunngerð, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum.
Neisti á bensin
Á The New Yorker heldur redaktørurin David Remnick, at Svenska Akademiið átti at spart fólki fyri slíkum útsøgnum, havandi í huga, at stovnurin ikki hevur givið sær far um nakrar av heimsins størstu rithøvundum, tá Nobelvirðislønin í bókmentum skuldi latast. Eitt nú nevnir Remnick, at stovnurin hvørki hevði Proust, Joyce ella Nabokov í huga tá tíð var.
Eisini James Engell á Harvard University vil vita, hvat Engdahl í grundini meinar við, sambært The Guardian.
- Tosar hann um amerikanskar útgevarar, rithøvundar ella stovnar? Uppá handan mátan ákærir hann eina heila tjóð, og tí er tað sum at tveita ein neista í ein bensintanga, sigur Engell.
Engdahl svarar nú aftur og sigur, at tjóðarligur uppruni sjálvsagt onga ávirkan hevur á, hvør fær virðislønina.
- Nobelvirðislønin er ikki ein kapping millum tjóðir men ein heiður til einstakar rithøvundar. Tað eiga vit at minnast, sigur Engdahl.
Beint nú bendir alt á, at tað heldur verða óhepnu útsøgnirnar hjá Engdahl, sum fólk fara at minnast.










