Noê og Barbara á Kafe Kaspar

Tey eru ikki ókend á føroyska tónleikapallinum, hava framført bæði saman og hvør sær.

Noê Chaparro er 27 ára gamal, ættaður úr Puerto Rico, er giftur við Barbaru og hevur búð her seinastu níggju mánaðirnar. Hann byrjaði at spæla gittar sum 12 ára gamal og hevur livað av tónleiki síðani hann var 18 ár. Í samband við tónleikin hevur hann ferðast nógv runt í USA og er tvær ferðir innstillaður til DOVE AWARDS innan sangskriving. Aftrat hesum kann eisini nevnast, at hann spældi fyri President Obama í 2009 og nakrar ferðir fyri NY Yankees og teirra fjepparum.

 

Her heima var Noê Chaparro við í singer/songwriter kappingini 2010, sum Kafe Kaspar skipaði fyri, har hann vann 2. umfari av kappingini. Viðmælini hann tá fekk frá dómarunum var, at hansara framførsla var ótrúliga væl gjøgnumførd, professionell, fjøltáttað, áhugaverd og lagasmíðið var á høgum støði, eins og sangur og spæl var einastandandi flott frágingið.

 

Barbara Chaparro er av kendari sangfamilju í Føroyum, hon er tann yngsta av Carlsen systurunum og hevur sungið síðani hon var smágenta. Barbara hevur ferðast nógv runt í USA og sungið saman við systrunum. Seinast Barbara framførdi á palli í Føroyum, var til Summarfestivalin í ár.

 

Noê og Barbara arbeiða í løtuni við at framleiða eina nýggja fløgu, leygarkvøldið frá kl. 23:00 verður so møguleiki at hoyra tey bæði spæla og syngja á Kafe Kaspar.