Tíðindaskriv
31. desember 2005 verður NMT 450-skipanin hjá Føroya Tele niðurløgd. Framleiðararnir av skipanini kunnu ikki longur bjóða eykaútgerð ella tænastu til skipanina, og tí er Føroya Tele ikki ført fyri at veita nøktandi tænastu ella trygd fyri NMT-samrøðum.
Í grannalondum okkara, Danmark, Noregi og Svøríki (31.03.2005) er NMT 450-skipanin eisini avtikin.
Fyri NMT 450 hevur Føroya Tele gjørt íløgur í langtrøkkandi GSM. Langtrøkkandi GSM víðkar útbreiðsluøkið av GSM á havøkinum kring Føroyar. Tríggjar støðir eru settar upp í Føroyum: ein á Klubbanum í Fugloy, ein á Knúki í Mykinesi og ein á Spóafelli í Suðuroy.
Langtrøkkandi GSM kann í stóran mun nøkta tørvin á fiskileiðum kring Føroyar, men skipanin bøtir ikki munandi um sendinetið tætt undir landi ella millum oyggjarnar. Nøkur øki tætt undir landi, sum NMT 450 hevur rokkið, virka ikki við GSM. Hinvegin eru tað eisini øki, sum NMT 450 ikki røkkur, men sum virka við GSM.
Fyri at nøkta tørvin á samskifti á teimum økjum, har GSM-skipanin ikki røkkur, er møguligt at nýta nýtímans fylgisveinatænastur, sum røkka útyvir vanliga fjarskiftiskervi á landi, á sjógvi og í luftini.
Føroya Tele arbeiðir støðugt við at útbýggja GSM-tænastuna. Við tíðini vilja eisini tey øki, har NMT 450 røkkur nú, men ikki GSM, koma undir útbreiðsløkið fyri GSM.
Vanligar GSM-telefonir kunnu nýtast longri úti, enn vanligt hevur verið fyrr. Alt eftir hvør terminalútgerð verður nýtt, hvørja støð terminalurin hevur samband við og hvussu høgt antennan er sett yvir havið, ber til at nýta GSM-fartelefonskipanina út til umleið 43-54 fjórðingar úr landi.
Tað er av alstórum týðningi at leggja til merkis, at NMT 450 eins og GSM ikki er ein trygdarskipan, men ein samskiftistænasta sum Føroya Tele veitur. Skipini hava ábyrgd av at hava góðkenda trygdarskipan umborð og ikki leggja álit einans á eina samskiftistænastu.