NM FYRI U?17
Tað stendur Fótbóltssambandi Føroya í boði at vera vertur fyri NM kappingina fyri U?17 landslið. FSF hevur havt tilboðið tveir teir síðstu mánaðirnar, men enn hava teir ikki givið hinum Norðurlondunum endalig boð, um kappingin verður í Føroyum ella ikki.
? Eingin ivi er um, at tað telur rætta vegin fyri FSF og føroyskan fótbólt sum heild, um vit taka sovorna stóra uppgávu á okkum. Fótbóltssambandið er áhugað í at skipa fyri kappingini, og vit kenna okkum at vera førar fyri tí. Hetta er ikki nakað nýtt, tí vit hava áður skipað fyri sovornum kappingum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Ísak Mikladal sigur, at orsøkin til, at teir ikki enn hava givið endalig boð, um teir fara at taka uppgávuna á seg ella ikki, er, at teir ikki enn hava fingið staðfest, um teir fáa hýst ferðaløgunum, sum skulu koma henda vegin.
? Vit bíða eftir svari frá Hotel Føroyum. Tá ið vit fyrstu ferð spurdu okkum fyri, fingu vit at vita, at tað bar ikki til hjá teimum at hýsa so nógvum fólkum frá 1. og til 8. august, men at tað bar til frá 2. og til 9. august. Vit spurdu okkum fyri hjá hinum londunum, um tað bar til at flyta kappingina ein dag. Tað vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki. Síðani hava vit biðið Hotel Føroyar um at staðfesta, at teir kunnu hýsa fótbóltsgestunum, men higartil hava vit ikki fingið staðfestingina frá teimum. Nú gongur tíðin undan, og vit mugu hava svar nú beinanvegin, um vit skulu taka uppgávuna á okkum, sigur Ísak Mikladal.
Finnland bar seg undan
Upprunaliga var ætlanin, at Finnland skuldi vera vertur fyri NM kappingini fyri U?17 landslið. Men í heyst bóðu finnar um, at onkur annar tók uppgávuna á seg. Tí var tað, at FSF fekk hetta tilboðið.
Orsøkin til at Finnland hevur biðið um at sleppa undan vertsskapinum, sigur Ísak Mikladal vera, at Finnland hesar seinastu mánaðirnar hevur fingið fleiri aðrar kappingar, sum teir skulu standa fyri. Eitt nú skulu teir vera vertir fyri endaspælinum fyri U?19 kvinnurnar. Tí vildu teir sleppa undan U?17 kappingini í hesum umfarinum.
Eisini í Eysturoy
NM kappingin fyri U?17 landslið er á skránni fyrstu vikuna av august á hvørjum ári. Norðurlond og Ongland, sum eru við á hvørjum ári, skiftast um at standa fyri kappingini. Umframt Ongland, Danmark, Finnland, Svøríki, Noreg, Føroyar og Ísland verður eitt land afturat bjóðað við á hvørjum ári. Skotland hevur fleiri ferðir verið við, og eitt nú Holland hevur eisini verið við. Tað er upp til vertstjóðina at bjóða síðsta landinum við, og Ísak Mikladal heldur, at tað hevði kanska verið eitt hugskot, at føroyingar bjóðaðu Írlandi við, nú Føroyar og Írland eru í HM undankappingarbólki saman.
Tá ið NM fyri U?17 landslið var í Føroyum fyri sjey árum síðani, vórðu allir dystirnir spældir í Havnini. Ísak Mikladal sigur, at FSF hevur treytað sær, at um kappingin verður í Føroyum í summar, so skulu dystir hesa ferð kunna spælast upp til 80 kilometrar burtur frá, har sum ferðaløgini fara at halda til. Hetta er ikki óvanligt aðra staðni, sigur hann.
? Vit hava hugsað okkum, at tað umframt í høvuðsstaðnum eisini skal spælast á onkrum av fleiri nýggjum graslíkisvallum í Eysturoy, sigur Ísak Mikladal, sum væntar og vónar, at FSF í hesi vikuni kann boða frá, at tað verður møguleiki at hava NM kappingina fyri U?17 landslið í Føroyum. Tá ið kappingin seinast var í Føroyum, vóru allir dystirnir spældir í Gundadali.









