NM-kapping í Havn

Fleiri av bestu bridgespælarunum í heiminum koma til Føroya um vikuskiftið

 

Fleiri av bestu bridgespælarum í heiminum koma um vikuskiftið til Føroya at spæla bridge í norðurlandsmeistarakappingini. Norðurlond eru millum fremstu bridgetjóðir í heiminum og fleiri spælarar á norðurlendsku landsliðunum teljast millum teir bestu yvirhøvur.

 

NM-kappingin verður í ár spæld á Hotel Føroyum frá fríggjamorgni 22. mei kl. 10 til sunnudagin 24. mai kl. 13.00.

 

NM er skipað sum kapping í tveimum røðum – einum opnum raði og einum kvinnuraði. Føroyar hava landslið við í báðum røðum.

 

Áskoðarar kunnu vitja á Hotel Føroyum og fylgja við í kappingini. Til ber eisini at fylgja kappingini beinleiðis á netinum á heimasíðuni hjá Bridge-sambandinum.

 

Á føroyska landsliðnum í opnum raði eru: Sínum Lassaberg-Rói á Rógvi Joensen, Bogi Simonsen-Magni Jøkladal og Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr.

 

Á kvinnulandsliðnum eru Marjun Restorff-Jóna Grunnveit, Henriette Svendstrup-Jórun Johannesen og Connie Thomsen-Randi Strøm.

 

Landsliðsvenjari eru Jacob Røn úr Danmark.