Føroyska U17 landsliðið tapti seinasta innleiðandi dystin móti Svøríki, og skal nú spæla um 7. plássið móti Finnlandi, skrivar FSF á heimasíðu síni. Tað var eitt sera vælleikandi svenskt lið, sum føroyingarnir møttu í seinasta innleiðandi dystinum í bólki A í NM-kappingini fyri U16-lið, sum verður hildin í Bohuslan í Svøríki í hesum døgum. Dysturin, sum varð spældur í Nösnäsvallen í Stenungsund endaði við 5-1 sigri til sviar.
Sviar vóru sera vælleikandi, og komu á odda í 13. minutti og øktu í 24. og 36. minutti, so hálvleiksstøðan var 3-0. Í 50. minutti minkaði Helgi Samson við einum skotið frá 16 metur markinum. Í 53. og 76. minutti øktu sviar til endaligu úrslitið 5-1.
Hini úrlitini vóru: Ísland ? Finnland 3-0, Skotland ? Danmark 1-0 og Ongland-Noreg 0-0.
Seinastu dystirnir verða leygardag. Finalan verður millum Svøríki og Noreg, 3. pláss millum Ongland og Danmark, 5. pláss millum Ísland og Skotland og 7. plássið verður avgjørt í dystinum millum Føroyar og Finnlandi. Dysturin um 7. plássið verður spældur á Munkedals IP leikvøllinum i Munkedal leygardagin klokkan 13.00 svenska tíð. Finska liðið tapti eisini allar sínar dystir í kappingini. Úrslitini vóru 0-1 móti Onglandi, 1-4 móti Noreg og 0-3 móti Íslandi.