Njósnaðust fyri Ísrael

Í Egyptalandi hava myndugleikarnir avdúkað eitt njósnarakervi, sum hevur njósnast fyri Ísrael. Sambært almennum keldum er ein maður tikin. Talsmaðurin hjá egyptisku trygdartænastuni segði í dag, at tveir ísraelsmenn og ein egyptiskur handilsmaður vóru í kervinum saman við nøkrum øðrum monnum.

Í summar varð ein 37 ára gamal egypti tikin fyri at hava njósnast fyri Ísrael. Egyptiska trygdartænastan sigur, at maðurin hevði arbeitt saman við teimum báðum ísraelsmonnunum, men tað eydnaðist teimum at sleppa úr Egyptalandi, áðrenn myndugleikarnir fingu stundir til at taka teir.