Nissan afturkallar tvær milliónir bilar

Japanska bilaverksmiðjan, Nissan, hevur boðað frá, at fyritøkan afturkallar fleiri enn 2,1 millión bilar orsakað av einum feili í motor eftirlitisskipanini. Nissan sigur í fráboðanini, at trupulleikin kann fáa motorin at kódna, tá koyrt verður, og tí ætlar bilaverksmiðjan at skifta defekta partin út ókeypis.

Í Japan afturkallar fyritøkan 834.759 bilar av níggju ymsum modellum og í Kanada og USA tilsamans 762.000 bilar.

Hesir bilarnir umfata millum annað merkini Cube, March og Tida, sum vórðu framleidd millum 2003 ig 2006 í USA, Japan, Bretlandi, Spania Kina og Taiwan. Sagt verður, at einki óhapp kortini er staðist av feilinum.

At umvæla bilarnar er mett lutfalsliga bíligt og Nissan væntar, at tað tekur minni enn 25 minuttir at umvæla.

Í síðstu viku kallaði Toyota 1,6 milliónir bilar inn aftur orsakað av feilum í bresum og fuelpumpu, skrivar Sky News á heimasíðu síni.