Tey seinastu átta árini hevur Nimrod verið nógv at hoyrt til kristilig tiltøk, - serliga í Suðuroynni.
Hann er formaður í missiónshúsinum í Sumba og er tí virkin í hesum húsinum. Umframt hetta eru hann og konan, Ebba ofta og syngja á møtum við guittara sínum.
Men fríggjadagin fór Nimrod norðureftir og legði leiðina inn á Skálafjørðin. Nú ynskti hann bert at vera áhoyrari lurta eftir tí, sum hini høvdu at bera fram.
- Einki er so gott sum at syngja um Jesus. So kann stílurin vera so ymiskur, men boðskapurin er kortini hin sami, sigur Nimrod avgjørdur.
Fyri Nimrod hevur tað verið ein góð uppliving at koma á Fjarðafestivalin.
Hann vónar tí, at hann verður aftur komandi ár.
- Hetta er serliga gott fyri ungdómin. Og eg haldi eisini, at hetta er eitt gott alternativ til teir verðsligu festivalarnar, sigur Nimrod.
Sjálvur hevur honum dámað best at hoyrt Ekklesia, Vitan og Heina Lützen.
- Og Eyðun Jacobsen dámdi mær eisini sera væl. Hann hevði ein góðan boðskap, sigur Nimrod.
Eftir konsertina fekk hann eisini høvið at skifta orð við Eyðun.
Jú, stílar teirra eru ymiskir. Men tá teir framføra, syngja teir sama lag!