Nils Malmros 60 ár

Týsdagin 5. oktober fylti kendi danski filmsleikstjórin og læknin Nils Malmros 60 ár.

Í Føroyum er hann best kendur fyri filmin "Barbara", sum hann leikstjórnaði og bleiv tikin upp í Føroyum í 1997.

Nils Malmros er føddur í Århus í 1944, har hann tók studentsprógv í 1964.

Hann er sjálvlærdur filmsleikstjóri og bleiv liðugur sum lækni í 1987.

Læknaútbúgvingin tók honum meira enn 22 ár, tí lærutíðin varð í heilum avbrotin, tá hann leikstjórnaði teimum ymisku filmunum, hann gjørdi hesi árini.

Hann er helst einasti danski læknin, sum tá hann varð liðugur við útbúgvingina, arbeiddi sum vikarur fyri ein eykalækna.

Hansara lív hevur verið ein samanseting av at arbeiða sum lækni og sum filmsleikstjóri. Hann hevur altíð gjørt sær stóran ómak fyri at innliva seg í teir filmar, hann hevur leikstjórnað.

Áðrenn hann gjørdi filmin um skaldsøguna "Barbara", eftir Jørgen Frantz Jacobsen, arbeiddi hann sum lækni í Føroyum, meðan hann í síni frítíð fyrireikaði seg til upptøkurnar til filmin. "Barbara" bleiv dýrasti filmur við danskari talu í søguni.

Eisini seinni, tá hann fyrireikaði filmin "At kende sandheden", sum var eitt portrett av pápanum, Richard Malmros, sum eisini var lækni og doyði í 2000, arbeiddi hann á somu deild, sum pápin hevði arbeitt á, fyri at fáa betri innlit í umstøðurnar hjá honum.

Niles Malmros hevur fingið hópin av virðislønum fyri sínar filmar. Hann fekk t.d. virðirløn fyri filmin "Lars Ole, 5c" í 1973, "Drenge" í 1977, "Skønheden og udyret" í 1983, og "Kærlighedend smærte" í 1992.

Filmirnir "Kundskabens træ" sum hann gjørdi í 1981, og "At kende sandheden" í 2002, verða mettir sum sonn meistaraverk.

Nils Malmros giftist í 1982 við Marianne Tromholt, sum er lærari. Tey eiga eingi børn, men eru sera virkin í mentanarlívinum í Århus.

Nils Malmros er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri hugskotið um at gera ein stóran filmsídnað í Århus undir navninum "Filmby Århus".

Í løtuni fyrireikar hann ein komandi film, "Kærestesorger", sum er um tíðina, tá hann gekk á studentaskúla.