Umframt at skriva søgu við danska manslandsliðnum í hondbólti, ið nú er bæði verandi evropameistari, heimsmeistari og olympiskur meistari, so byrjar landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen so dánt at nærkast einum meti.
Hann er saman við svenska Bengt (Bengan) Johansson tann landsliðsvenjarin, ið hevur vunnið næstflest heiti í manshondbólti.
Bert franska legendan, Claude Onesta liggur frammanfyri teir báðar.
Her eru heitini hjá trimum teimum fremstu landsliðsvenjarunum í manshondbólti:
1. Claude Onesta (Frakland) – 8 heiti
- EM‑gull: 2006, 2010, 2014
- HM‑gull: 2009, 2011, 2015
- OL‑gull: 2008, 2012
2. Nikolaj Jacobsen (Danmark) – 6 heiti
- EM‑gull: 2026
- HM‑gull: 2019, 2021, 2023, 2025
- OL‑gull: 2024
2. Bengt Johansson (Svøríki) – 6 heiti
- EM‑gull: 1994, 1998, 2000, 2002
- HM‑gull: 1990, 1999










