Niklas skal í stuttar brøkur á ólavsøku

Eiler Rasmussen skal døma kvinnufinaluna, og Niklas á Liðarenda skal døma finaluna um løgmanssteypið

 

fótbóltur

 

 

 

Fótbóltsfepurin er í hesum døgum hægri, enn hann plagar at vera í ólavsøkuvikuni. Orsøkin er eyðsýnd. Fyri fyrstu ferð í mong ár stendur nakað upp á spæl í ólavsøkufótbóltinum. Ólavsøkudag verða finalurnar í steypakappingini spældar ? bæði hjá monnum og kvinnum.

 

Eiler og kvinnurnar

 

Hóast einki stóð um tað í ólavsøkuskránni í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum varð borið í hvørt hús í síðstu viku, so er tað ein veruleiki, at finalan hjá fótbóltskvinnunum verður spæld ólavsøkudag.

 

Ólavsøkuskrúðgongan verður akkurát liðug, tá HB og KÍ leggja til brots á Ovara vølli í Gundadali. Talan er um somu feløgini, sum vóru í finaluni í fjør og í fyrraárið. Í fjør vann KÍ 2?0, og í fyrraárið vann HB 4?3 eftir longda leiktíð.

 

Fótbóltssambandið upplýsir, at Eiler Rasmussen verður einasti maðurin á vøllinum. Eiler, sum sambært leygardagssosialin varð pápi í síðstu viku, hevur dømt í kvinnufótbólti og í lægri mannfólkadeildunum seinastu árini. Í ár hevur hann dømt í bestu mansdeildini, og nú sleppur hann at royna seg í einari finalu.

 

Linjuverjarnir verða Páll Augustinussen og Ólavur Weihe. 4. dómari verður Georg N. Rasmussen. Finalan verður ólavsøkudag klokkan 13, og tað verður býráðsformaðurin í Havn, Jan Christiansen, sum fer at handa vinnandi liðnum steypið.

 

Um tað skuldi lagað seg soleiðis, at tað verður neyðugt við umdysti og brotssparkskapping, so er lagt soleiðis til rættis, at hetta kann avgreiðast, áðrenn finalan um løgmanssteypið verður.

 

Niklas fyri aðru ferð

 

Finalan um løgmanssteypið verður á Tórsvølli ólavsøkudag klokkan 16. B36 og KÍ skulu spæla. Tað vil siga, at talan verður um somu finalulið sum í fyrraárið. Ta ferðina vann KÍ 3?1.

 

Niklas á Líðarenda verður dómari. Á linjunum verða Tummas Pauli Olsen og Palli Gregersen, og Jens Albert Simonsen verður fjórði dómari.

 

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Niklas skal døma finalu um løgmanssteypið. Í 1993 var hann 23. maðurin á vøllinum, tá B71 og HB stríddust um løgmanssteypið. Tað er heilt víst, at gongdin ólavsøkudag verður ikki tann, sum hon var ta ferðina.

 

Í finaludystinum, sum var 4. august, var úrslitið 1?1, og einki mál kom í umdystinum. Tað vil siga, at Marita Petersen, løgmaður, noyddist til hús aftur, uttan at hon var sloppin av við løgmanssteypið. Nýggjur dystur varð ásettur at vera 22. september, og tá vann B71 2-1.

 

Síðani tá eru reglurnar broyttar, soleiðis at finalan verður avgjørd ein leikdag. Anfinn Kallsberg, løgmaður skal handa løgmanssteypið ólavsøkudag, so hesa ferð verður Niklas á Líðarenda ikki noyddur at fara aftur til Havnar at døma nýggja finalu.

 

Í hesi vikuni er Niklas á Líðarenda við onkrum av yngru liðunum hjá GÍ í Danmark. Har dømir hann hvønn einasta dag. Ferðalagið kemur aftur til Føroya ólavsøkuaftan. So mugu vit vóna, at mjørkin ikki fer at arga so nógv, at dómarin ikki fær møtt upp, tá finalan skal spælast á Tórsvølli.