Niklas Simonsen skal avgera uppflytingarstríðið

Les samrøðu við Niklas Simonsen, ið spælir týdningarmiklan dyst í dag

 

Føroyingurin í danska felagnum TM Tønder er undan fimm teimum seinastu dystunum nær við uppflyting til fremstu donsku deildina.

Niklas Simonsen og Tønder liggja í løtuni eittans stig frá fremsta plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting, so hvør dystur skal vinnast. Seinasta vikuskifti eydnaðist í evstu løtu at fáa bæði stigini móti Stoholm, tá ið málverjufelagin hjá føroyingunum, Christian Trans, bjargaði brotskasti í seinasta sekundinum.

 

Christian Trans er fyrsti málmaður, so hann byrjar vanliga allar dystirnar, greiðir føroyski málverjin frá fyri In.fo

-Men hevur hann ikki ein góðan dag, so komi eg inn, sigur Niklas Simonsen og heldur fram:

-Í seinastuni havi eg fingið rættiliga nógva spælitíð og eg spældi einar 40 minuttir móti Stoholm, sum eg var glaður fyri.

 

Niklas Simonsen greiðir frá at hann og felagin hava eitt gott samstarv.

-Vit vilja sjálvandi báðir fáa spælitíð, men vit vilja báðir tað besta fyri liðið, so vit stuðla og hjálpa hvørjum øðrum. Og sjálvandi lá eg í málinum við hinum og jublaði tá ið hann tók avgerandi brotskasti móti Stoholm, greiðir kvívíkingurin frá.

 

Í vikuni fekk Christian Trans so ein skaða, tá ið hann gjørdist óheppin og breyt ein fingur, so nú er tað upp til kvívíkingin at standa komandi avgerandi dystirnar.

Tønder liggur eitt stig aftanfyri Fredericia, og Niklas Simonsen og liðfelagarnir vóna at oddaliðið fer at missa í onkrum av sínum dystum.

 

-Tað kunnu vit tíverri ikki stýra sjálvir, so vit mugu hugsa um okkara egnu dystir, tí teir eru truplir, sigur Niklas Simonsen, og greiðir frá at lagið í hópinum er gott undan avgerandi kappingarendanum.

 

Í dag er ein sera trupul dystur á skránni móti Skive, ið liggur á triðja plássi, og føroyingurin greiðir frá at liðið hevur fyrireyka seg sera nógv hesa vikuna.

-Vit vunnu ein tryggan sigur á teimum seinast, men eg vænti at vit hitta eitt nógv sterkari Skive-lið hesaferð, so vit mugu spæla okkara besta, sigur føroyski landsliðsmálverjin.

 

Eydnast tað ikki Tønder at taka fremsta plássi, er framvegis møguleiki fyri uppflyting, men hann er trupul. Í donsku fyrstu deild er kappingin soleiðis, at fremsta liðið flytur upp, meðan næst- og triðfremstu liðini spæla móti hvørjum øðrum. Vinnarin av hesum báðum liðum skal so spæla móti næstniðasta liðnum í fremstu deildini um plássið har.

 

So møguleikarnir eru fyri at vit fáa kvívíkingin at síggja í fremstu donsku deildini komandi kappingarár. Sjálvur vil hann ikki hugsa um hetta nú, men sigur seg vóna tað besta.

 

TM Tønder og Skive spæla í Tønder í dag klokkan 16.00