Niklas leggur floytuna frá sær

Síðsta uppgávan hjá mest roynda føroyska dómaranum verður leygardagin, tá ið HB og KR fara at spæla í Gundadali

PENSIONERAÐUR DÓMARI

Ein fjórðings øld og so tað leysa afturat. Tað er tíðin, sum Niklas á Líðarenda hevur hildið skil á fótbóltsdystum. Nú hevur hann gjørt av at gevast. Síðsta uppgávan í fremstu røð verður í Gundadali leygardagin, tá ið føroyameistararnir úr HB fara at spæla ímóti íslendsku meistarunum úr KR. Einki er likið út um tað, men tað skuldi ikki undrað, um FSF ikki letur tað fara púra stillisliga aftur við borðinum, nú næstformaðurin leggur ein av kaskettunum frá sær.
? Aldursmarkið er 50. Eg verði 49 í desember, so eg kundi dømt í ár og eisini næsta ár. Eg havi framvegis góðan hug at døma, og eg kenni meg brenna fyri dómarunum og dømingini. Men tað er kanska ikki heppið, at møguleiki er fyri, at áhugamálini verða blandað saman, sigur Niklas á Líðarenda, sum er limur í dómaradeildini, ið ger av, hvør skal døma hvar, og eisini er limur í kappingarnevndini, sum viðger kærur.

Stórur munur er á
Tá ið Niklas leitar aftur til fyrstu ferðirnar, tá ið hann dømdi, so er skjótt at staðfesta, at tað er stórur munur á, hvussu tað var tá, og hvussu tað er nú.
? Tað mundi vera í 1973, at Hjalmar Joensen í Fuglafirði skuldi døma í Runavík. Eg var áskoðari, men honum restaði ein linjuverja, og so hjálpti eg til. Saman við tveimum vinmonnum á Toftum dømdi eg í unglingadeildini eitt sindur seinni. Vit vóru í Klaksvík. Baldvin Baldvinsson skuldi døma millum KÍ og TB í bestu deildini. Hann hevði ongar linjuverjar, og so hjálptu vit honum. Tá ið eg sammeti hetta við umstøðurnar,s um tær eru í dag, so er munurin ógvuliga stórur. Vit fara tríggir avstað, og dømingin hevur ávirkan á alla familjuna. Sunnudagsdøgurðin er tíðliga á borðinum, og so hava tað verið túrarnir til Suðuroyar.
Niklas flutti ungur av Nesi og inn til Gøtu. Tá ið GÍ í 1979 vann 2. deild, var Niklas teirra dómari, og síðani í 1980 hevur hann so líðandi dømt alt meiri í bestu deildini. Tey fyrstu árini hjálpti hann Jákupi Joensen ella Agga og Jens Strågaard. Seinni hjálpti Andrias Poulsen væl til, og nógvu tey seinnu árini hava Palli Gregersen og Tummas Pauli Olsen og eisini Jóannes Mikkelsen verið á linjunum.
Átjan ára gamli sonurin, Jan, hevur dømt nakað tey seinnu árini. Tað er kanska ikki so undarligt, at áhugin fyri dømingini verður arvaður.
? Tú verður bitin av dømingini. Tá ið eg hyggi at fótbólti, um tað so er í sjónvarpinum ella á vøllinum, so havi eg serliga eyguni við dómaranum. Hvussu hann flytir seg, hvussu hann samskiftir við linjuverjarnar og spælararnar, hvussu hann taklar ymsu støðurnar og so víðari. Sum dómari hevur tú altíð hug at verja dómaran og avgerðirnar, sum hann tekur. Tað er sum um, at vit eru á sama báti.

Nógv at minnast aftur á
Tá ið vit spyrja Niklas á Líðarenda, um tað eru serligar hendingar og støður, sum hann minnist aftur á, so staðfestir hann skjótt, at tað heldur hevur verið heima á landi enn í útlandinum, at tað minnisríkasta hevur verið á skránni.
? Eg var altjóða dómari í nøkur ár. Men tað var torført hjá okkum føroyingum at sleppa framat stóru uppgávunum. Stuttligt er kortini at minnast aftur á dystir millum unglingalandslið, har spælarar vóru við, sum seinni eru vornir heimsstjørnur. Eitt nú minnist eg, at vit í 1994 dømdu hollendska U?18 landsliðið. Á liðnum vóru eitt nú Patrick Kluivert og Claren Seedorff.
Niklas heldur seg hava dømt fleiri enn túsund dystir. Tað er ofta komið fyri, at hann hevur dømt tríggar ferðir um vikuna, og sum dómari hevur hann ongantíð borið seg undan uppgávum, um tað á nakran hátt hevur borið til at dømt.
? Ein minnisrík løta var tað fyri nøkrum árum síðani, tá ið Sumba hevði heimavøll fríggjakvøldið undan Jóansøku. Smyril var nógv seinkaður. Fyrsta bríkslið á Krossinum í Sumba var klokkan hálvgum tíggju. Tað var dýrdarveður, og lagið var av tí besta, og klokkan út ímóti hálvgum tólv, tá ið vit vóru lidnir, sigur Niklas, sum heldur, at tað hevur verið stór avbjóðing at døma í Klaksvík, har áskoðararnir eru tætt at vøllinum, og har teir liva so sera nógv við í tí, sum gongur fyri seg á vøllinum.

Ov lítil tilgongd
Niklas ætlar sær at halda fram við at arbeiða fyri at menna dømingina. Hann er dómarainstruktørur og lógtulkari, hann hevur fingist nógv við undirvísing, og hann er dómaraeygleiðari.
? Eitt av málunum má vera at fleiri fáa áhuga fyri dømingini. Miðalaldurin á dómarunum hækkar spakuliga. Fleiri av teimum, sum døma í 1. deild, eru væl uppi í fjøritunum. Dømi ngin haldi eg samsvarar við fótbóltsspælið. Tá ið fótbóltsspælið mennist, ger dømingin tað eisini. Onkuntíð havi eg hildið, at áhugin fyri dómaranum sum persóni er størri enn fyri professiónini. Umstøðurnar eru smáar, og tú hittist ofta aftur. Tí er tað uppaftur meiri týdningarmikið at halda persón og døming hvørt fyri seg.
Hvøri ráð hevur tú at geva ungum dómarum?
? At teir hava tol. Tað er neyðugt at arbeiða seg upp. Um ein ungur dómari vísir áhuga og virðing fyri dømingini, og hann hevur góðan førleika, so fer hann heilt víst at fáa stóru avbjóðingarnar. Men tað sigur seg sjálvt, at hann verður ikki stjørnudómari soleiðis beinanvegin. Tað er skjótt so at siga at bróta ryggin, um uppgávurnar eru størri enn førleikin. Tí er neyðugt at ansa eftir. Bæði hjá dómarunum og teimum, sum gera av, hvør skal døma hvar.