Tað er øgiligur spenningur í Reykjavík, kring alt Ísland og í øllum fótbóltsheiminum.
Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, har Ísland er vertur í HM undankappingardystinum ímóti Kosovo.
Um úrslitið lagar seg eftir vild fyri heimaliðið, so hevur Ísland fyri fyrstu ferð nakrantíð kvalifiserað seg í HM endaspæl.
Endaspælið verður í Russlandi næsta summar. Tað er ongantíð komið fyri áður, at eitt land við so lítlum fólkatali hevur luttikið, sum Ísland hevur.
Um tað eydnast Íslandi at kvalifisera seg, so verður tað fyrstu ferð nakrantíð í 87 ára longu HM søguni, at eitt land fer at luttaka í HM endaspæli, sum hevur fólkatal, ið er undir eina millión.
Trinidad Tobago eigur metið frá endaspælinum í 2006. Í Trinidad Tobago búgva tað 1,365 milliónir. Í Íslandi búgva tað 335 túsund fólk.
Føroyingar taka sjálvand fult og heilt undir við grannum okkara, sum nú fyrireika seg at spæla ímóti Kosovo.
Merkisvert er tað, at ein føroyingur hevur ikki so lítlan leiklut í sambandi við dystin íkvøld.
Niklas á Líðarenda er í Reykjavík, tí hann av FIFA er útnevndur at vera dómaraeygleiðari. Niklas var í síni tíð ein av bestu dómarunum í Føroyum. Hann hevur í nógv ár verið FIFA eygleiðari. Uppgávan í kvøld man vera tann størsta avbjóðingin, sum FIFA hevur lutað honum, skilt á tann hátt, at talan er um avgerandi HM undankappingardyst.
Dómarabólkurin er úr Eysturríki, og dómarin eitur Harald Lechner.