Tá løgtingið kemur eftir at landsstýrið er skipað, verða níggju fólkafloksfólk á tingi. Men fýra teirra eru fyrrverandi.
Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jógvan á Lakjuni.
Tey umboða Fólkaflokkin í nýggja løgtinginum. Annika Olsen varð vald á ting fyri Fólkaflokkin, men umboðar ikki longur Fólkaflokkin, tí hon hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum.
Tað hava Poul Michelsen og Hanna Jensen eisini gjørt – fyri nøkrum árum síðani. Tey eru bæði vald á ting fyri Framsókn.
Pauli T. Petersen í Vestmanna kemur á ting, um so verður, at Tjóveldi fær trý landsstýrisfólk, og um tey øll koma úr tingbólkinum hjá Tjóðveldinum. Hann hevur eisini verið limur í Fólkaflokkinum og umboðað Fólkaflokkin á tingi nakrar ferðir í farna valskeiði.
Í síðstu viku hevði Fólkaflokkurin níggju tingfólk. Nú hevur hann fimm. Men telja vit tey fyrrverandi fólkafloksfólkini við, sum nú fara at umboða aðrar flokkar, so eru tey framvegis níggju.









