Níggju ferðamannaskip við kai

Níggju ferðamannaskip við tilsamans 6.000 ferðafólkum liggja við kaj í høvuðsstaðarøkinum, tá sólarmyrking verður. Kunningarstovan heitir nú á handlandi um at hava langar arbeiðsdagar

 

Tað er gott á væl hálvurannar mánaður eftir, áðrenn sólarmyrking verður í Føroyum.

 

Talan er um hending, sum hevur stóran áhuga uttanlands, og umframt Norrønu verða ikki færri enn átta onnur ferðamannaskip við kaj í Havn og Kollafirði hesar dagarnar.

 

Á Kunningarstovuni í Havn hava tey leingi fyrireika seg til hendingina, og tey heita nú á handilsfólk í høvuðsstaðarøkinum um at hava leingi opið hesar dagarnar.

 

Fyrsta skipið kemur longu 16. mars, og umframt tey, sum sigla, er talan um hópatals gestir, sum koma við flogfari, og sum búgva á hotelli ella leiga sær bústað.

 

- Ferðafólkini, ið koma til landið, eru ikki eins og tey ferðafólkini vit eru von við at taka ímóti, og flestu av teimum verða verandi í Havn allar dagarnar. Tískil er ynskiligt at handlar og matstovur í býnum hava leingi opið hesar dagarnar. Mett verður at flest fólk eru í býnum í døgunum 19. mars til 22. mars, verður sagt av Kunningarstovuni.